Hvar skal ein fara, um man ynskir betri sømdir til badminton í Tórshavn?

Í eini framtíðar loysn á hølistrupulleikunum hjá Havnar Badmintonfelag má hædd verða tikin fyri tørvinum hjá felagnum fyri fleiri banum, fleiri hallartímum, og betri felagshølum.

Tað er gleðiligt fyri okkum í Havnar Badmintonfelag (HBF), at býráðspolitikarar og mong av teimum, sum eru stillaði upp til býráðsvalið týsdagin, hava áhuga í ítróttarøkinum og virkseminum í badmintonhøllini. Vit hava skilt, at ein fundur var í badmintonhøllini í farnu viku við luttøku av m.a. núverandi og komandi politikarum um ymiskar framtíðarætlanir fyri økið.

Men vit í HBF, sum umboða endamálið og høvuðsvirksemið í badmintonhøllini, halda at tað er ikki sørt undrunarvert, at vit ikki eru kunnaði um, at ein tílíkur fundur er á skrá, enn minni eru kunnaði um ætlanir fyri høllina og økið uttanum. At ætlanir eru at gera broytingar, sum fara at broyta virksemið í og við høllina munandi, men sum tó einki hava við badminton at gera.

Tá tað kemur til virksemið hjá HBF er støðan tann, at vit hava ov fáar banar til allar okkara limir. Besta loysnin er at fáa fleiri banar í Gundadali, so vit, sum ítróttarfelag, eru tætt við annan ítrótt. Men hetta er als ikki tað sum hendir. Meðan frítíðarskúlin fær betri sømdir, verður badminton víst út úr ítróttarøkinum.

Vit hava í fleiri ár ynskt at sleppa at venja frá kl. 14 ella 15, men vit sleppa ikki inn í badmintonhøllina fyrr enn kl. 16, av tí at frítíðarskúlin hevur fingið loyvi at brúka høllina fram til kl. 16 allar vikudagar. Hetta kann ikki vera endamálið við eini badmintonhøll - at annað virksemi enn badminton skal sleppa framum – og hava vit gjørt vart við tað á rætta stað hjá kommununi. Fleiri ferðir. Í fleiri ár. Men har er einki at gera - vit sleppa ikki inn fyrr enn kl.16 um dagin.

Tað er hugstoytt, at frítíðarskúlin hevur so lætta atgongd til politikarar og onnur, ið kunnu taka avgerð í økinum, sum í útgongustøðinum er ætlað til badminton, tá vit hava so trupult við at fáa forstáilsi fyri avbjóðingunum, sum badmintonítróttin í kommununi hevur. Frítíðarskúlin inntekur parkeringsøkið, tekur av okkara goymsluplássi, vit sleppa ikki inn í tann partin av høllini, sum frítíðarskúlin brúkar, uttan at tað er planlagt og alt verður gjørt reint, so onki spontant hendir hjá badminton ungdómi. Kommunan grevur út til nýggjar lonir, har sum HBF hevur havt uppskot til at okkara høll kann byggjast út. Frítíðarskúlin ynskir nú hølir til 3. flokk aftanfyri høllina, har tað annars ikki var talan um at gera nakað fyri HBF, tí frítíðarskúlin hevur grillpláss ella okkurt har. Alt hetta fer fram, uttan at badmintonfólk verða kunnaði um, at frítíðarskúlin fær og badminton fær ikki.

Vit hava roynt at skriva og fundast við kommununa um betri umstøður til badminton í høllini, men til onga nyttu. Eitt plástur her og eitt sindur av máling har, tað er tað, sum er komið burturúr. Útyvir at vit hava ov fáa banar og venjingartímar í høllini til okkara limir, so er ongin neyðútgongd til tað rúmið á loftinum, sum nevndin brúkar til fundir og ungdómurin brúkar til hugna. Kommunan hevur sjálv nevnt, at hatta rúmið ikki er tað besta at brúka til ungdómshugna, sum er við til at skapa trivnað í felagnum, tí viðurskiftini eru ikki í lagi.

Fyri HBF er tað ørkymlandi at vit vera noydd at vera áskoðari, meðan tað, sum vildi verið gott at gjørt í økinum til frama fyri badminton, verður skumpað alt longur aftur í raðfestingini hjá kommununi. Tað, sum byrjaði sum gott samstarv, har frítíðarskúlin kundi brúka høllina, tá badminton ikki var har, hevur víst seg at vera sum at taka ein geyksunga inn í reiðrið. Tí tað er tað, sum badmintonhøllin er fyri okkara limir - eitt gott og fjálgt reiður. Har er ongin alternativ badmintonhøll. Og nú verða vit skumpað longur og longur út - til vit detta út? Sera lítið virðislig framferð móti badminton ítróttini í Havn.

Gundadalur við badmintonhølli, ítróttarøkinum og plantasjuni er eitt fantastiskt øki fyri ein frítíðarskúla at halda til. Men ein kemur nú einaferð best til semjur við at samstarva. Fyri okkum tykist tað ikki at vera semjusøkjandi samstarv, sum liggur til grund fyri tí arbeiðinum, sum nú fer fram og verður planlagt í og kring badmintonhøllina.

Í nógv ár, hava tað verið bíðilistar á øllum liðum hjá HBF, og tí fegnast vit um, at vit sleppa av venja tveir dagar um vikuna í nýggja skúlanum á Fløtum. Hetta er ikki ein badmintonhøll, og tí ikki væl egnað til okkara A-lið og seniorar. Og sæð í mun til, at vit hava ein høvuðsvenjara, ber tað ikki til hjá honum at vera tvey støð samstundis. Tí loysir hetta ikki trupuleikan, men hetta hjálpir.

Rætta loysnin er ein størri og meira nútíðarhóskandi badmintonhøll í Gundadali. Verðandi høll kann útbýggjast ella nýggj høll kann byggjast í ítróttarøkinum. Tørvur er á eini høll við 10-12 banum við plássi fyri áskoðarum, felagshøli, venjingarhøli, goymsluhøli v.m. Um høllin líkur altjóða krøv, gevur tað enn fleiri møguleikar.

Men hvar skal ein fara í hesum døgum, um man ynskir at badminton í Tórshavn skal fáa betri sømdir?

6. november 2020

Nevndin fyri Havnar Badmintonfelag