
2. lið: Tilmelding til leikárið 2019/20
Tey, ið ynskja at venja badminton á 2. liði hjá HBF, kunnu senda fyrispurning um ein badmintonbana frá 12. august 2019.
Send ein teldupost við tínum fyrispurningi til motionistar@gmail.com
Í teldupostinum skalt tú skriva:
- Hvønn dag og kl. tú ynskir at venja
- Øll nøvn hjá teimum, ið ynskja at venja á bananum
Venjingartíðirnar hjá 2. liði síggjast á myndini omanfyri. Venjingin byrjar 2. september.
Tú fært svar sendandi við telduposti, um nakar bani er tøkur ella ikki tøkur.
Vinaliga
nevndin