4. umfar av Grand Prix kappingini verður 28. og 29. januar. Hesaferð verður kappingin í Badmintonhøllini í Havn.
Tíð: Leygardagin 28. januar frá kl. 9:00: U-11, U-13, U-15 og U-17
Sunnudagin 29. januar frá kl. 14:00: U-19 og vaksin
(Nágreinilig tíðarætlan verður at síggja á www.bsf.fo frá 26. januar)
Kostnaður: U-11, U-13, U-15, U-17BC: kr. 50,- U-17A, U-19 og vaksin: kr. 80,-
Peningurin skal gjaldast í høllini á kappingardegnum.
Tey sum ætla sær við til kappingina skulu melda seg til hjá HBF við at senda ein teldupost til
viðmerk navn og aldur, t.d. Hans Hansen, U-13.
ella við at skriva seg á listarnar, sum koma at hanga í gongini í Badmintonhøllini frá leygardagin 14. januar 2012.
Seinasta freist at melda til er sunnudag 22. januar 2012.
Áheitan til HBF-foreldur: HBF hevði verið sera takksom, um tað er onkur sum kann hjálpa okkum við at gera kappingardagin hugnaligan í høllini, antin við at hava okkurt við, sosum breyð, pálegg ella annað, og eisini um onkur kann hjálpa okkum at smyrja, skera og gera kaffi og so framvegis.
Góðu, kunnu tit senda okkum ein teldupost til
um tit kunnu hjálpa.
Nú tá skúlarnir fara í jólafrí, hava venjarnir eisni frí ( 17. des. - 02. jan.) og tí verður ongin skipað venjing. Høllin er kortini opin, og leikara eru vælkomnir at venja vanliga tíðir, tó uttan venjara. Motiónistar venja sum vant.
Hósdagin tann 10. november 2011, millum kl. 19 og 21, var í minsta lagi ein tjóvur inni í umklæðingarúminum hjá monnunum. Tjóvurin stjól millum 400,- og 500,- krónur úr einari pengamappu. Mappan lá í einum jakkalumma. So verið ansin og takið pengar og aðrar virðislutir við inn í høllina, tá ið tit venja.
Leikararin hevur sjálvur ábyrgd av peningi og virðislutum, sum hann hevur við sær í høllina